Meg minnist

Meg minnist: Bergljót av Skarði (2:3)
11-06-2018
Jógvan Arge hittir Bergljót av Skarði í Havn. 2. sending

Bergljót av Skarði er uppvaksin úti í Grønlandi í Havn. Systkini vóru sjey. Foreldrini vóru sakførar-in Sigurð Joensen og lærarinnan Sigrið av Skarði Joensen.

Bergljót gekk í sunnudagsskúla og til skótar í Frelsunarherinum og stílaði eisini fyri ungdómsmøtum. Hon hitti Jákup Petersen úr Klaksvík á studentaskúlanum og tey fingu Sólrun í 1968. Í Keypmannahavn búðu tey á studentabústaðn-um Sólbakkanum.

Bergljót kom heim aftur í 1976. Á ólavsøku hitti hon sín seinna mann Hans Marius Johannesen úr Dali. Síðani hevur hon verið nógv í Dali, har hon í dag hevur Putlhús.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Max Cecil Weihe, sum greiðir frá Selatrað fyrr og nú. triðja sending
08-01-2023
Jógvan Arge hittir Max Cecil Weihe sum greiðir frá Selatrað fyrr og nú. Onnur sending
18-12-2022
Jógvan Arge hittir Max Weihe av Selatrað, sum býr á Kambsdali. Fyrsta sending
11-12-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági 5. og seinasta sending.
04-12-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 4. sending.
27-11-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 3. sending.
20-11-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 2. sending.
13-11-2022
Jógvan Arge hittir Viberg Sørensen úr Trongisvági. 1. sending.
06-11-2022
Jógvan Arge hittir Regin Joensen undir Gøtueiði.
30-10-2022
Jógvan Arge hittir Ingu Simonsen í Havn. Seinna sending.
23-10-2022
Jógvan Arge hittir Ingu Simonsen í Havn. Fyrra sending.
16-10-2022
Jógvan Arge hittir Steinbjørn Jakobsen í Klaksvík um eitt nú tíðina, hann spældi við KÍ.
09-10-2022