Meg minnist

Meg minnist: Svenning Reinert (1:3)
30-09-2018
Jógvan Arge hittir Svenning Reinert. Fyrsta sending av trimum

83 ára gamli Svenning Reinert hevur altíð búð í Norðradali. Hann er sonur Albert hjá gamla Corneliusi og Astrid úr Leynum, føddur jóladag 1935.

Garðarnir í Norðradali verða róptir Heimihagi og Útihagi. Fyrr vóru eini samanbygd hús í bygdini. Tey vórðu rópt Uppistova og Niðristova. Nú er bara navnið Uppistova eftir. Nýggjaru húsini hjá Heimihaga verða rópt Úti á Hædd. Traðarbrúk hava verið norðanfyri Gjónna.

Svenning bygdi á eitt stykki millum abban og pápan. Norðanfyri teir var stóra brúkið hjá Viggo Lutzen. Samferðsluumstøðurnar hjá norðradalsfólki vóru ringar, áðrenn vegur kom av Skarðinum.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023