Meg minnist

Meg minnist: Guðrun Gaard (1:2)
22-10-2018
Jógvan Arge hittir Guðrun Gaard í Havn. Fyrra sending.

Magistarin Guðrun Gaard í Havn byrjaði sína yrkisleið sum sjúkrasystir. Eftir preliminerskúla í Hoydølum fór hon til Danmarkar at fyrireika seg til hesa útbúgving. Hana tók hon á Frederiksberg sjúkrahúsi síðst í 60unum. Arbeiddi á psykiatrisku deild har eini tvey ár og var hálvt ár á Glostrup. Á ólavssøku 1973 kom Guðrun við familjuni aftur til Føroya og fór at arbeiða á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, har hon var í 12 ár. Guðrun er dóttir tannlæknan Ingeborg f. Zachariassen og jarðfrøðingin Jóannes Rasmussen. Abbarnir vóru amtslæknin Jógvan Zachariassen og Rasmus á Háskúlanum. Ommurnar vóru Anna Sofía av Skarði og Gudrun úr Birkerød.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023