Meg minnist

Meg minnist: Jóannes Dalsgarð (1:3)
06-01-2019
Jógvan Arge hittir Jóannes Dalsgarð í Havn. Fyrsta sending.

Jóannes Dalsgarð í Havn f. 1939 hevur búð í Havn, Sandavági og á Argjum. Hann er sonur Ólav Dalsgarð av Velbastað og Dinnu f. Gudmundsen úr Sandavági, sum bygdu á Argjum í 1948. Tá var Jóannes longu farin vestur til Sandavágs at vera hjá ommuni og abbanum. Har var hann, til hann var fermdur. Í Havn fekk Jóannes lærupláss hjá Valdemar Lutzen í Vágsbotni. Hann kom upp í ta virknu Ungmannadeildina hjá Losjuni sum ein av fyriskiparunum. Var eisini millum teir fyrstu í hondbóltsfelagnum Kyndli, har hann vann nógv meistaraskap. Í nógv ár var hann formaður felagsins.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023