Meg minnist

Meg minnist: Jóannes Dalsgarð (3:3)
20-01-2019
Jógvan Arge hittir Jóannes Dalsgarð í Havn. Triðja og seinasta sending.

Húsalánsgrunnurin var mitt í meldrinum, tá fíggjarkreppa var í nítiárunum. Sethús í hópatali vórðu lýst á tvingsilssølu. Grunnurin tók stig til tingingar við peningastovnar um ta sonevndu sethúsaloysnina. Hon miðaði ímóti at sleppa undan tvingsilssølum. Jóannes Dalsgarð heldur, at sethúsaloysnin í allari neyðini bjargaði eini 2000 húsum frá tvingsilssølu. Eitt skifti áttu Jóannes og svágur hansara nótabátin ?Boðanes?, sum fiskaði sild og laks. Hann var leingi formaður í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag og eisini aðalstjórnarformaður. Jóannes og konan Guðrun trívast væl á Berjabrekku, har tey hava búð í smá 30 ár.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Sjeynda og seinasta sending.
02-04-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Sætta sending.
26-03-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Fimmta sending.
19-03-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Fjórða sending.
12-03-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. 3. sending.
05-03-2023
Jógvan Arge hittir Edmund Joensen, fyrrverandi løgammann, av Oyri 2. sending:
26-02-2023
Jógvan Arge hittir Edmund Joensen, fyrrverandi løgmann, av Oyri. 1. sending.
20-02-2023
Jógvan Arge hittir Karin Brattaberg úr Funningi. 4. og seinasta sending.
12-02-2023
Jógvan Arge hittir Karina Brattaberg úr Funningi. 3. sending.
05-02-2023
Jógvan Arge hittir Karin Brattaberg úr Funningi. 2. sending.
29-01-2023
Jógvan Arge hittir Karin Brattaberg úr Funningi. 1. sending.
22-01-2023
Jógvan Arge hittir Max Cecil Weihe, sum greiðir frá Selatrað fyrr og nú. Fjórða og seinasta sending
15-01-2023