Meg minnist

Meg minnist: Reðin Leonsson (2:3)
03-02-2019
Jógvan Arge hittir Reðin Leonsson í Havn. Onnur sending

Reðin Leonsson fór í 1958 niður til Middelfart á fiskivinnuháskúla. Árið eftir fór hann við einum 20 tonsara úr Hirtshals á makrelveiðu í Skagerrak. Í Hirtshals tók hann setiskiparaprógv hjá einum tollara, sum hevði privatan skúla.

Í 1962 fór Reðin við ”Magnusi Heinasoni” til Ný Fundlands. Hetta summarið var hann formaður á seksæringinum ”Arnatindi” í Ravnsoynni og árið eftir á ”Disuni.”

Í 1964 fór Reðin á stýrimansskúla í Havn og tók prógv í 1965. Hesa tíðina hitti hann konuna Juliannu Jakobsen, sum hann giftist í 1966. Árið eftir slapp hann inn á politiskúla í Keypmannahavn.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023