Meg minnist

Løgmenn á Steigini (2:3)
31-03-2019
Sigurð Petersen sigur frá. Jógvan Arge legði til rættis. Onnur sending um løgmanssetrið í Sandavági

Løgmennir, sum sótu á Steigini í Sandavági, vóru 17 í tali. Tann, sum sat stytst, var løgmaður í hálvtannað ár, og tann drúgvasti sat í starvinum úti við 50 ár.

Teir fyrstu vóru oftast vanligir bóndur, meðan teir seinnu stundum vóru væl lærdir menn, sum høvdu lisið eitt nú løgfrøði. Nógvir vóru skyldmenn, men fleiri vóru eisini útlendingar.

Løgmaður var dómari í trætumálum og setti løgtingið. Hann fekk intøkurnar av garðinum í Sandavági og løgmanstoll frá øllum monnum millum 15 og 50 ár. Løgrættumenn, prestar og sýslumenn sluppu kortini frá hesum gjaldi.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023