Myndarøð: Tunfiskur skorin upp í Vágsbotni

Tað er ikki á hvørjum degi, at havnafólk síggja ein tunfisk, og enn minni at síggja teir verða skornar upp, men í morgun var ein tunfiskur skorin upp í Vágsbotni.

Hans Marius í Byrgi, sum hvønn fríggjamorgun selur fisk í Vágsbotni, hevði tunfiskin við sær, ið vigaði 120 kilo. Hetta var eisini fyrstu ferð, at Hans Marius í Byrgi skar ein tunfisk upp.

Sí allar myndirnar, sum Annika Sølvará tók í morgun, tá fólk vóru komin saman at fregnast og hyggja at tunfiskinum.

Hans Marius í Byrgi stendur her við tunfiskinum, ið varð skorin upp, og sum vigaði 120 kilo
Er kopiera