Um vikuskiftið eru 405 Súlur tiknar í Mykinesi. Sí myndirnar her (Myndir: Bjarni Mohr)
|
Á nátturða fríggjakvøldið kemur báturin Jósup til Mykinesar við 52 monnum, ið saman við Mykinesmonnum skulu taka Súlu (Mynd: Bjarni Mohr)
|
Súlumenn hittast í skúlanum í Mykinesi áðrenn farið verður at taka Súlu (Mynd: Bjarni Mohr)
|
Klokkan 20:30 á kvøldi fara teir úr bygdini í Mykinesi. Línuna bera teir millum sín (Mynd: Bjarni Mohr)
|
Nakrir av súlumonnunum á veg í Mykineshólm. Her eru teir komnir umleið hálva leið (Mynd: Bjarni Mohr)
|
Tann mesta súlan verður tikin eftir at myrkrið hevur lagt seg. Pannulyktir eru tá einasta ljósið (Mynd: Bjarni Mohr)
|
Ein av monnunum hevur sett seg við matpakkanum á bakkanum í Mykineshólmi (Mynd: Bjarni Mohr)
|
Línan, ið eigur lívið í monnunum, sum verða sígdir niður á røkurnar (Mynd: Bjarni Mohr)
|
Tá sólin kagar undan kavi á morgni, fáa menn so smátt hitan í kroppin aftur (Mynd: Bjarni Mohr)
|
Menn taka Súlu á tveimum rókum samstundis. Her verður gingið millum røkurnar í erva (Mynd: Bjarni Mohr)
|
Hóast náttin hevur verið drúgv og køld er gott lag á súlumonnum (Mynd: Bjarni Mohr)
|
- Maður dottin! verður rópt á eggini, tá ein maður, ið skal upp, kemur skeivt fyri. Tað spældi kortini væl av (Mynd: Bjarni Mohr)
|
Tann fyrsti av monnunum, ið hevur verið á størstu rókini í fimm tímar, er júst drigin upp (Mynd: Bjarni Mohr)
|
Ein av teimum 405 Súlunum, ið vórðu tiknar, verður dripin (Mynd: Bjarni Mohr)
|
Skjótt skal berast at, tá róp kemur í og menn á bakkanum skulu draga teir á røkrunum upp (Mynd: Bjarni Mohr)
|
Klokkan sjey um morgunin koma kvinnur úr bygdini í Mykineshólm við kaffi og pannukøkum (Mynd: Bjarni Mohr)
|
Ein av avbygdamonnunum, sum er við eftir Súlum á hvørjum ári (Mynd: Bjarni Mohr)
|
Klokkan 11:30 á morgni gongur leiðin aftur heim í bygdina, 15 tímar eftir at farið varð avstað (Mynd: Bjarni Mohr)
|
Súlan, sum er tikin, verður sigld úr Mykineshólmi heim í bygdina og løgd á lendingina (Mynd: Bjarni Mohr)
|
Menninir, ið hava tikið lut í súluveiðuni um náttina og út á morgunin, deila fongin millum sín (Mynd: Bjarni Mohr)
|