Myndarøð: Nýggjar sálmaupptøkur í Christianskirkjuni

Kringvarpið er aftur á ferð og tekur upp sálmar, ið skulu brúkast til sálmasavnið hjá stovninum. Harumframt verða onkrar upptøkur helst eisini við á fløguútgávuni »Syng mín sál 4«, ið kemur móti jólum.

253 sangglaðir klaksvíkingar vóru savnaðir í Christianskirkjuni í gjárkvøldið, mikukvøldið, tá nýggjar upptøkur av jóla- og páskasálmum vórðu gjørdar. Við urguna sat Jóhanna Johannessen, Andras Sólstein spældi horn til nakrar av sálmunum.

Tú kanst blaða aftur og fram í myndasavninum við pílunum á knappaborði tínum.

253 fólk vóru savnað í Christianskirkjuni mikukvøldið, tá Kringvarpið aftur tók upp nýggjar sálmar (Myndir: Dávur Winther)
Er kopiera