Sí myndirnar: Soleiðis sær Varðin Pelagic út nú

Eldur kom fríggjamorgunin í uppsjóvarvirkið, Varðan Pelagic, á Tvøroyri. Sí her, hvussu umfatandi eldsbrunin var. Klikka á myndirnar fyri at síggja tær stórar

Trygdarfrástøðan var 1.000 metrar fríggjadagin, men varð fríggjakvøldið stytt niður í 300 metrar. Mynd: Leivur Nygaard
Sløkt verður enn á økinum, har Varðin Pelagic einaferð stóð. Mynd: Leivur Nygaard
Lítið gott er eftir av Varðanum Pelagic eftir eldsbrunan, sum kyknaði fríggjamorgunin. Mynd: Leivur Nygaard
Løgreglan tryggjar, at trygdarfrástøðan uppá 300 metrar verður yvirhildin. Mynd: Leivur Nygaard
Her er heldur ikki koyrandi í løtuni. Mynd: Leivur Nygaard
Soleiðis sær Varðin Pelagic út, eitt samdøgur eftir at eldur kom í uppsjóvarvirkið fríggjamorgunin. Mynd: Leivur Nygaard
Sløkkilið stíðast enn við at basa eldinum á virkinum. Mynd: Leivur Nygaard
Er kopiera