- Tíðindi, mentan og ítróttur
100 ára hátíðarhald fyri Merkinum í Keymannahavn
Í dag eru hundrað á síðani, at Merkið varð borið fram á fyrsta sinni, og í hesum sambandi er hátíðarhald í Keypmannahavn.
Klokkan hálvgum tíggju fóru mannningarnar av træseglskipunum og føroyingar í Keypmannahavn við merkinum á odda av Norðuratlantsbryggjuni.
Steðgað verður uttan fyri studentagarðin, Regensen, har føroyska flaggið fyrstu ferð varð hongt út ígjøgnum eitt av vindeygunum.
Av Regensen var farið til gudstænastu í Holmens kirkju.
Síðani verður farið við bussi til Norðmansdalin í Fredensborg, har Merkið fyrstu ferð var borið fram 2. juni 1919.
Kjartan Mohr bar merkið fram
Merkið bar Kjartan Mohr, sáli, ið tá lærdi skipasmíð í Danmark - og nú - hundrað ár seinni - er tað abbasonur Kjartans, Mouritz Mohr, skipasmiðjustjóri, ið ber Merkið.
Træseglskipini verða liggjandi í Keypmannahavn til 5. juni. Á veg hagar hava skipini vitjað Odense, Aahus og Helsingør.
Aftur til Føroya verður lagt inn í Lerwick í Hetlandi, tí tað vóru bretar, sum fyrstir viðurkendu Merkið. Teir høvdu hersett Føroyar undir krígnum og kravdu, at føroysk skip sigldu við øðrum flaggi enn Dannebrog.
MYNDIR: Tórður Mikkelsen