- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arctic Voyager rent á land í Fuglafirði
Um hálvgum tólv tíðina í kvøld rendi uppsjóvarskipið Arctic Voyager, sum er heimahoyrandi í Hvalba og fiskar av menningarkvotu, á land í Fuglafirði.
Arctic Voyager hevði landað í Fuglafirði, og okkurt bendir á, at skipið hevur havt nógv ferð, tá tað fór á land, tí tað fór langt upp á helluna.
Skipið er nú sjálvt sloppið leyst og hevur lagt til kai.
Sambært keldum á staðnum, so var eingin mansskaði, og tað letur til, at skipið er sloppið rættiliga væl frá tilburðinum, tí sjógvur er bara komin inn í tað, sum sjómenn rópa astikrúmið. Hetta er eitt rúm heilt frammi í gron við sjálvt kúlustevnið.
Av tilvildi lá Brimil á Fuglafirði og var beinavegin hjá Arctic Voyager.
Tórik Ábraham Rouah tók myndirnar fyrr í kvøld.
Her sæst videbrot av, tá Arctic Voyager sleppur leysur.