MYNDIR: Eldur í bussi

Klokkan seks í morgun varð boðað frá eldi í einum bussi, sum stóð á einum bilplássi við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík.

Eldurin festi eisini í ein lastbil, sum stóð við síðuna av bussinum.

Enn er ikki greitt, hví eldur kom í, men oljufýringin í bussinum skuldi tendra stutt áðrenn, boðað varð frá eldinum.

Bussurin er ein av teimum stóru, sum koyrdi fyri Bygdaleiðir.

Fyribils er ikki boðað frá fólkaskaða.

 

Myndir : Bjarni Árting Rubeksen

Er kopiera