Argja kirkja orsøk til sorrig og glæde

Óvanliga stórur áhugi var fyri býráðsfundinum í Tórshavnar býráði í dag, tá ið umsóknin um prinsippielt byggiloyvi til nýggja kirkju á Argjum kom fyri í býráðnum. 

Nógv fólk mótmæla, at nýggja Argja kirkja verður staðsett við Sandá, sum fólk í økinum meta vera ein náttúruperla. 

Myndir:  © Bjarni Árting Rubeksen

Býráðssalurin var stúgvandi fullur av fólki, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, setti fundin. 

Bæði limir í kirkjuráðnum á Argjum og fólk frá Náttúrufylkingini - Sandá at frama, sum eru ímóti at nýggja Argja kirkja verður staðsett við Sandá, vóru møttir tíðliga til avgerandi býráðsfundin. 

Loftið var eisini stúgvandi fult, tá fundurin skuldi byrja. 

Av tí, at áhugin fyri kirkjumálinum á Argjum var so stórur, varð viðgerðin av málinum flutt fram, so prinsippiella byggiloyvið til Argja kirkju var fyrsta mál á skránni. 

Spenningurin var eyðsæddur í býráðssalinum, tí tey sótu hvørt um annað - tey, ið hava gjørt alt, ið tey eru ment, fyri at fáa flutt staðsetingina av nýggju Argja kirkju, og kirkjuráðslimir á Argjum. 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísti á, at 55 fundir høvdu verið um kirkjumálið á Argjum millum ár og dag. 

Fundur hevði eisini verið so seint sum í morgun við kirkjuráðið á Argjum um møguleikan at flyta kirkjuna, men tað hevði ikki borið á mál. Kirkjuráðið vildi ikki vika seg. 

Borgarstjórin gjørdi eisini øllum greitt, at málið er lagt fyri ymisk byggi- og lógarkøn fyri at tryggja, at alt var farið rætt fram. Býráðið hevði fingið staðfest, at einki skeivt var gjørt í málsviðgerðini, staðfesti Heðin Mortensen. 

Átta av 13 býráðspolitikarum tóku orðið fyri at greiða frá sínari støðu í málinum. Her er tað Bjørg Dam úr Javnaðarflokkinum, sum endaði við at atkvøða fyri, ið røðar. 

Støðan gjørdist alsamt spentari í býráðssalinum, so hvørt sum atkvøðugreiðslan í kirkjumálinum nærkaðist.  

Varaborgarstjórin Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum, royndi at grundgeva fyri sínari støðutakan í málinum. Hann endaði við at atkvøða fyri at geva byggiloyvi til Argja kirkju. 

Annika Olsen úr Tjóðveldi, ið er fyrrverandi borgarstjóri í Havn, var ein av teimum, sum talaði ímóti at geva byggiloyvi til nýggju Argja kirkju á staðsetingini við Sandá. 

Tá alt var sagt, og atkvøðast skuldi, tóktust áhoyrararnir í býráðssalinum lata tað endaliga úrslitið upp í hendurnar á teimum hægru maktunum. 

Tá tað kom til stykkis, samtykti Tórshavnarbýráð at geva loyvi til at byggja eina nýggja kirkju. Átta av 13 býráðslimum við Heðini Mortesen, borgarstjóra, á odda atkvøddu fyri, meðan fimm við Anniku Olsen, fyrrverandi borgarstjóra, á odda, vóru ímóti. 

 

Fyri byggilloyvi atkvøddu (8) Ímóti atkvøddu (5)

Annfinn Brekkstein, Sambandsflokkinum

Turið Horn, Tjóðveldi

Heðin Mortensen, Javnaðarflokkinum

Annika Olsen, Tjóðveldi

Tróndur Sigurðsson, Javnaðarflokkinum

Jón Kragesteen, Tjóðveldi

Kári Johansen, Javnaðarflokkinum

Súsanna Olsen, Framsókn
Bjørg Dam, Javnaðarflokkinum

Kristianna W. Poulsen, Javnaðarflokkinum

Birita Baldvinsdóttir, Javnaðarflokkinum

 

Birgir Nielsen, Fólkaflokkinum

 

Jákup Dam, Tjóðveldi

 

 

Kingo-sálmurin Sorrig og glæde myndaði huglagið í túnunum uttan fyri býráðssalin í Havn, tá úrslitið var greitt.

 

Sorrig og glæde de vandre til hobe,
lykke, ulykke de gange på rad,
medgang og modgang hinanden tilråbe,
solskin og skyer de følges og ad.

(Thomas Kingo 1681)

 

 

Rúni Hentze, formaður í Argja kirkjuráði, kundi fara væl nøgdur av aftur býráðsfundinum. Kirkjuráðið hevur fingið loyvi til at byggja nýggju Argja kirkju við Sandá. 

Vónbrotið var hinvegin stórt hjá teimum, ið hava mótmælt staðsetingina av nýggju Argja kirkju. Her er tað Jóhann Mortensen frá Náttúrufylkingini - Sandá at frama, ið roynir at koma til sættis við, at avgerðin í kirkjumálinum á Argjum gekk ímóti teimum. Nýggja Argja kirkja verður bygd við Sandá. 

Nógv av teimum, ið hava stríðst ímóti at nýggja Argja kirkja skal byggjast við fríøkið við Sandá, vóru eyðsæð vónbrotin og nærmast syrgin, eins og høvdu tey verið til eina jarðarferð. 

Limirnir í kirkjuráðnum á Argjum fegnaðust hinvegin um úrslitið av atkvøðugreiðsluni, eins og høvdu teir vunnið ein fótbóltsdyst. 

Er kopiera