Kappróður

Jóansøka: 10 mannafør
29-06-2013

Tíðirnar vóru:
1. Klaksvíkingur - 06:53.20
2. Suðuroyingur - 06:55.19
3. Havnarbáturin - 07:00.19

Kappróður

Kringvarp Føroya hevur lagt seg eftir at veita eina góða tænastu teirra, ið hava áhuga fyri kappróðri. Vit senda kappróðurin beinleiðis á heimasíðuni, í sjónvarpinum og í útvarpinum.

Á hvørjari FM-stevnu ber til at fylgja beinleiðis við róðrunum hjá teimum vaksnu, umframt at til ber at síggja allar róðrarnar og samrøður við einstøku vinnararnar eftir róðrarnar.