CIP: Skálafjarðartunnilin er ein váðafull íløga

bannari
CIP: Skálafjarðartunnilin er ein váðafull íløga
16.08.2013 - 21:11

Íløgan í Skálafjarðartunnilin er ein váðafull íløga.

Tað var nakað av tí, sum partaeigarin í Copenhagen Infrastructure Partners, Rune B. Róin, hevði at siga, tá hann var á fundi í løgtingsins rættarnevnd í gjár um Skálafjarðartunnilin.

Rættarnevndin kann viðgera Skálafjarðartunnilin i góðar tvær vikur afturat, áðrenn hon skrivar álit.

Men Innlendismálaráðið hevur longu boðað fyrisitingini í løgtinginum frá, at tað er avmarkað, hvussu stórar broytingar kunnu gerast í lógini um tunnilin, tí lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, er tætt knýtt at teimum samráðingum, sum hava verið við Copenhagen Infrastructure Partners.

Rune B. Róin (á myndini) vildi tó siga so mikið, at talan verður ikki um, at løgtingið kann áseta ein mesta prís fyri at koyra gjøgnum Skálafjarðartunnilin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375