Dagur & Vika

Kári P. Højgaard: Sjálvstýrisflokkurin heldur neyvan fram í samgongu
06-09-2013

Kári P. Højgaard varð í gjár koyrdur frá sum landsstýrismaður í innlendismálum, í kjalarvørrinum av tunnilsmálinum. Spurningurin er, um hetta fær avleiðingar fyri samgonguna.

Frákoyrdi landsstýrismaðurin dugir ikki at ímynda sær Sjálvstýrisflokkin í eini samgongu, har floksins fyrst valdi, sum júst er Kári P. Højgaard, ikki sleppur at sita í landsstýrinum.

Løgmaður eisini frá

Andstøðuflokkarnir halda, at støðan í tunnilsmálinum eigur eisini at fáa avleiðingar fyri løgmann, sum eftir teirra tykki somuleiðis eigur at fara frá.

Sí innsløg í Degi&Viku í gjárkvøldið, har fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin, John Johannessen, gjørdi viðmerkingar til politisku støðuna í sjónvarpsstovuni, har Finnur Koba var vertur

Dagur og vika

Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.

27-12-2024
23-12-2024
20-12-2024
19-12-2024
17-12-2024
16-12-2024
13-12-2024
12-12-2024
10-12-2024
09-12-2024
06-12-2024