Dagur & Vika

2.000 føroyingar arbeiða uttanlands
20-09-2013
Vit hava evropamet í lønum, sum verða forvunnar uttanlands

2.000 føroyingar arbeiða uttanlands, og tey høvdu í 2011 eina nettoinntøku uppá tilsamans 850 milliónir krónur. Føroyar eru tað landið í Euvopa, sum fær størsta ískoytið til búskapin frá lønum vunnar uttanlands.

Tá Búskaparráðið herfyri legði fram sína frágreiðing um búskaparstøðuna, vóru áhugaverd tøl at síggja um lønarinntøkur føroyinga uttanlands.

Frá 1998 til 2004 lá inntøkan um stívliga 300 milliónir krónur, men síðani er hon vaksin á hvørjum ári, og í 2011 komu 850 milliónir krónur komu til Føroya sum inntøkur frá føroyingum, ið arbeiða uttanlands. Talan er um netto-nntøkur, tí í flestu førum er skatturin goldin í tí landinum, har teir eru vunnir.

 

Myndatekstur: Føroyingar forvunnu 850 mió. kr. netto uttanlands í 2011.

Dagur og vika

Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.

19-04-2024
18-04-2024
16-04-2024
12-04-2024
11-04-2024
09-04-2024
05-04-2024
04-04-2024
02-04-2024