- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dagur & Vika
Føroyskir myndugleikar eru við til at stuðla útlendskum arbeiðsgevarum í kappingini um arbeiðsmegina, og tað er skaðiligt fyri føroyska búskapin, sigur Sigurd Poulsen, búskaparfrøðingur og stjóri á Hagstovuni. Hann mælir til at greina viðurskiftini út í æsir og fremja neyðugu broytingarnar.
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur tað vera ein trupulleika, at føroyingar leita sær til onnur lond at arbeiða, samstundis sum trot er á arbeiðsmegi í Føroyum. Arbeitt verður við málinum, og tað kemur á landsstýrisborð í næstu viku, sigur Johan Dahl.
Dagur og vika
Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.