Send á Rødbygaard

Send á Rødbygaard (1:2)
07-11-2013
Fólk í hópatali, tey flestu við menningartarni, eru send av landinum til stóra stovnin Rødbygaard á Lollandi í Danmark

Til fyrst í sjeytiárunum vórðu føroyingar sendir á Rødbygaard, ti umstøður ikki vóru at veita teimum hjálp í Føroyum. Tey flestu høvdu menningartarn, men ikki øll.

Nøkur vórðu send niður, tí tey megnaðu illa skúlan. At siga farvæl við síni kæru heima og flyta á ein stóran stovn í einum fremmandum landi var ógvuliga torført hjá nógvum.

Send á Rødbygaard

Í apríl 1973 komu tey fyrstu børnini við menningartarni, sum vórðu send á stovn í Danmark, heimaftur til Føroya, 50 ár síðani og í tí sambandi endursendir Kringvarpið stuttrøðina "Send á Rødbygaard". Føroyingar í hópatali eru sendir av landinum til stóra stovnin Rødbygaard á Lollandi í Danmark. Nógv teirra, tí tey hava verið evnaveik og umstøður ikki hava verið at veita teimum hjálp í Føroyum. Men tey eru eisini nøkur, sum ikki vóru evnaveik, ið komu á Rødbygaard. At siga farvæl við síni kæru heima og flyta á ein stóran stovn í einum fremmandum landi var ógvuliga torført hjá nógvum.

Lagt til rættis: Karolina Thostrup

Í fleiri áratíggir vórðu fólk, børn og vaksin við, send á Rødbygaard á Lollandi. Har búðu til tíðir einir 70 føroyingar
14-11-2013
Fólk í hópatali, tey flestu við menningartarni, eru send av landinum til stóra stovnin Rødbygaard á Lollandi í Danmark
07-11-2013