- Tíðindi, mentan og ítróttur
25 minuttir
Í sendingini 25 minuttir tosar Høgni í Jákupsstovu við amerikanska sendimannin í Keypmannahavn, Rufus Gifford. Hann var settur í starv í august mánaði ár og vitjaði í Føroyum mikudagin til fríggjadagin í farnu viku.
Rufus Gifford er serliga kendur fyri tvey viðurskifti. Hann er tann sum hevur savnað mest pengar saman nakrantíð, til eitt amerikanskt forsetavalstríð og so er hann samkyndur. Lagt til rættis: Høgni í Jákupstovu.
25 minuttir
25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.
25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum.
Framleiðsla: Carsten Macdonald Arnskov, ca@kvf.fo
Samskipari: Tróndur Vatnhamar, tva@kvf.fo
Redaktørur: Kári Sólstein, karisol@kvf.fo