Dagur & Vika

Løgmaður í óhepnari støðu
29-11-2013
Tað er óheppið, at embætisfólk ikki eru á fundi saman við løgmanni, og at notat ikki eru tikin frá fundunum, hann hevur havt við CIP, heldur Kristina Samuelsen advokatur

Nógv hevur verið umrøtt, hvat fór fram á fundunum millum løgmann og CIP dagarnar 26. og 27 juni. Løgmaður hevur bæði avsannað, at hann var við til at gera avtaluna, og hann hevur greitt frá sjálvari samráðingartilgongdini.

 

Ein trupulleiki at fáa greiði á, hvat er farið fram á fundunum millum løgmann og CIP, er, at løgmaður fundaðist einsamallur við CIP uttan embætisfólk, og einki er skrivað niður frá fundunum.

Myndatekstur: Kristina Samuelsen, advokatur

Dagur og vika

Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.