Röddin

VIT

 

Tak niður

Jólaódnin
19.12.2013 - 19:25
Sjónvarpsdokumentarur um jólaódnina í 1988, sum elvdi til umfatandi skaðar kring alt landið

21. desember 2013 eru 25 ár liðin síðani tiltikna jólaódnin herjaði í Føroyum. Talan var um eina serliga ódn, sum var sera hørð og elvdi til fleiri skaðar kring landið.

Tey flestu minnast væl, hvar tey vóru hetta kvøldið og hvussu tey upplivdu ódnina. Ì sendingini kaga vit 25 ár aftur í tíðina. Vit hyggja at, hvat tað var sum hendi og hví júst hetta lágtrýstið gjørdist til eina so ógvusliga ódn.