VIDEO Nærmyndir: Farmaskipið Horst B siglt á land

VIDEO Nærmyndir: Farmaskipið Horst B siglt á land
Farmaskipið Horst B, ið siglir fyri Eimskip, rendi Tollaksmessukvøld á land útfyri Argjum. Sí nærmyndir av hendingini her
Bjarnheðin í Hoyvík
Skúmarin og Pressarin hjá skipasmiðjuni MEST hjálptu til at fáa farmaskipið Horst B leyst frá landi aftur
24.12.2013 - 01:27

Tað var um 21-tíðina Tollaksmessukvøld, tá farmaskipið Horst B var á veg av Havnini, at óhappið hendi, og farmaskipið sigldi á land á Argjum.

Loðs- og sleipibátarnir, Skúmarin og Pressarin, hjá skipasmiðjuni MEST í Havn, hjálptu til at fáa skipið leyst frá landi aftur, so tað kundi leggjast at bryggju.

Í løtuni eru froskmenn niðri og kanna, um farmaskipið Horst B, ið siglir fyri Eimskip fekk skaða, tá tað sigldi á land undir argjalandinum.

Rúsdrekkaroynd tikin av skiparanum

Løgreglan tók alkoholtest av skiparanum, og hon var negativ. Sambært vakthavandi á politistøðini í Havn, Ingmar Hammer, ger løgreglan ikki meira við málið nú.

Trygging, reiðaríið ella skiparin kunnu biðja um sjóforhoyr, men tað er so ikki umbiðið enn. Sambært vakthavandi á Havnaskrivstovuni, Rúna Hentzte, var Horst B á veg til Onglands.

Fotografur: Bjarnheðin í Hoyvík

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815