Video: Øll valdu Kim Jong-un

Video: Øll valdu Kim Jong-un
Ikki var neyðugt, at greina valúrslitið í Norðurkorea, tí øll atkvøddu fyri Kommunistiska Arbeiðaraflokkinum
AP
11.03.2014 - 12:55

Statsrikna norðurkoreanska sjónvarpið, KRT, kunngjørdi í gjár úrslitið á valinum, sum varð hildið sunnudagin.

Og tað ikki var neyðugt, at biða serfrøðingar at koma í sjónvarpsstovuna at útgreinina valúrslitið - tí øll, sum høvdu atkvøðurætt í landinum, vóru samd.

100% atkvøddu fyri Kommunistiska Arbeiðaraflokkinum, og 100% vildu framhaldandi hava Kim Jong-un sum statsleiðara.

Í sjónvarpinum varð greitt frá, at 99,97% av skrásettu veljarnum høvdu verið á vali. Og av teimum fýra flokkunum, ið sigst bjóða seg fram at stjórna landinum, atkvøddu øll sum ein fyri teimum 687 limunum í Kommunistiska Arbeiðaraflokkinum.

Tíðindaupplesarin í KRT kundi eisini kunngera, at ongin ivi var um, hvønn veljararnir vildu hava til leiðara. Øll atkvøddu fyri norðurkoreanska leiðaranum Kim Jong-un.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203