Dagur & Vika

Nú byrjar telvingin um makrelin
27-03-2014
Allir skipabólkar skulu hava burturav, sigur løgmaður. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er nøgdur við skipanina, sum hon er.

Strandarlondini hava skrivað undir makrelsemju, og nú skulu tey føroysku 156.000 tonsini av makreli, sum vit hava fingið, býtast. 

Og líkt er til, at tað verður ikki sum at siga tað at býta makrelkvotuna hesa ferð. 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur, at allir skipabólkar skulu hava burturav. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er nøgdur við skipanina, sum hon er.

Bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum stremba tó eftir, at samgongan verður samd um, hvør skal fáa hvat.

Sí innslag í Degi og Viku og samrøðu við John Johannessen, sum gjørdi viðmerkingar í sjónvarpsstovuni.

 

Dagur og vika

Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.

23-04-2024
19-04-2024
18-04-2024
16-04-2024
12-04-2024
11-04-2024
09-04-2024
05-04-2024
04-04-2024