- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mentanarkaféin

Hetta er hennara átjanda bók - um eg havi talt rætt - undantiknar eru tá stuttsøgur og sjónleikir, sum hon eisini hevur skrivað.
Rakel Helmdal, er ein tann virknasti barna- og ungdómsrithøvundurin í Føroyum. Rakel er 47 ár, hon hevur búð meginpartin av ævi síni í Havn, men var í Fraklandi í fimm ár. Hon her kend fyri barnabøkurnar um Hugo og Skrímslið, bøkur hennara eru givnar út í øðrum londum, hon hevur verið tilnevnd og fingið fleiri virðislønir, og tá hon ikki skrivar, so leggur hon øðrum lag á at skriva á skriviskeiðum ella hon stjórnar sínum egna Dukku-Teatri.
Nýggjasta bókin er tann átjanda bókin, undantiknar eru tá stuttsøgur og sjónleikir, sum hon eisini hevur skrivað.
Suni Merkistein hevði samrøðu við Rakel á Mentanarkefeini, sum var í Norðurlandahúsinum hósdagin.
Videobrotið er tikið frá stroymingini á kvf.fo

Mentanarkaféin
Mentanarkaféin er fasta mentunarsending útvarpsins. Á Mentanarkaféini verða evni innan estetiska mentanarøkið og list umrødd og viðgjørd við samrøðum, ummælum, kjaki og frásagnum. Talan er eitt nú um arkitektur, bókmentir, dans, design, leiklist, myndlist og tónleik. Skiftandi vertir



