Speki

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Speki: Nebbasild, eitt vistfrøðilig bindilið
11-06-2014
Fyrilestur hjá Kirstin Eliasen, Ph.D., havlívfrøðingi
Í mong ár hava granskarar á Havstovuni eygleitt hvussu orkan frá gróðri verður flutt upp til hægru verur, so sum tosk, hýsa og sjófugl, uttan at vita hvør vera hevur staðið fyri hesum flutningi. Nebbasildin hevur tó verði undir illgruna, og í 2009 fór ein verkætlan í gongd til endamáls at kanna nebbasild og hennara vistfrøðiliga leiklut á føroyska landgrunninum. Nebbasild hevur ein sjáldsaman atburð og er tí ikki altíð líka løtt at kanna, men komið varð fram til at skjótur vøkstur og føði er týdningarmikið fyri at hennara tilgongd skal verða góð. Nakað óvæntað varð eisini funnið, at hitin í sjónum hevur ein stóran leiklut í hennara trivna. Fleiri sjófuglasløg eru sterkt tengt at nebbasild, serstakliga í burðartíðini, og er...

Speki

Savnssending   Í Speki eru sjónvarpsfyrilestrar til teirra, sum vilja vita meira. Fyrilestrahaldararnir koma frá ymsum stovnum, ið hava við gransking at gera. Speki er eitt úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið aftanfyri Speki er at bjóða dygdargóða fólkaupplýsing um ymisk viðurskifti. Talan er um klassiskar fyrilestrar. Karmurin er minimalistiskur. Talaða orðið er í miðdeplinum.   Fyrilestrarøðin kom fyrstu ferð á skránna í 2007, og er - eftir ein steðg í nøkur ár, nú tikin upp aftur. Sum so er
20-06-2021
20-06-2021
20-06-2021
20-06-2021
20-06-2021
20-06-2021
20-06-2021
20-06-2021
20-06-2021
04-06-2021
04-06-2021
04-06-2021