Speki

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Speki: Reyðæti –- havsins góðgæti
18-06-2014
Fyrilestur hjá Ingu Kristiansen, lívfrøðingi
Reyðæti er høvuðsføði hjá teimum stóru ferðandi stovnunum av sild og makreli. Hesi fiskasløgini koma í stórum tali í havøkið norðan fyri Føroyar um summarið fyri at eta reyðæti. Tað er reyðæti sum avger, hvussu stórir hesir stovnar av uppsjóvarfiski kunnu vera. Seinastu árini eru broytingar hendar í vistskipanini í havøkinum norðan fyri Føroyar. Størri nøgdir av uppsjóvarfiski ferðast til okkara leiðir og verða verandi í eitt longri tíðarskeið, samstundis sum nøring og nøgd av reyðæti eru broytt. Liviumstøðurnar hjá reyðæti eru tengdar at havfrøðiligum viðurskiftum og gróðrinum í sjónum, samstundis sum nøgdirnar av reyðæti eisini ávirkast av føðitrýsti frá fiskinum. Kunnleiki til hetta samanspælið millum umhvørvið, reyðæt...

Speki

Savnssending   Í Speki eru sjónvarpsfyrilestrar til teirra, sum vilja vita meira. Fyrilestrahaldararnir koma frá ymsum stovnum, ið hava við gransking at gera. Speki er eitt úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið aftanfyri Speki er at bjóða dygdargóða fólkaupplýsing um ymisk viðurskifti. Talan er um klassiskar fyrilestrar. Karmurin er minimalistiskur. Talaða orðið er í miðdeplinum.   Fyrilestrarøðin kom fyrstu ferð á skránna í 2007, og er - eftir ein steðg í nøkur ár, nú tikin upp aftur. Sum so er
20-06-2021
20-06-2021
20-06-2021
20-06-2021
20-06-2021
20-06-2021
20-06-2021
20-06-2021
20-06-2021
04-06-2021
04-06-2021
04-06-2021