- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit skulu gevast at drepa grind
Vit skulu gevast at drepa grind
Rúni Nielsen, sum hevur verið við til at framleiða grindafilmin, stúrir ikki fyri, at Sea Shepherd fer at brúka hann í sínari herferð
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
Keyboard Shortcuts
Shortcuts Open/Close/ or ?
Play/PauseSPACE
Increase Volume↑
Decrease Volume↓
Seek Forward→
Seek Backward←
Captions On/Offc
Fullscreen/Exit Fullscreenf
Mute/Unmutem
Decrease Caption Size-
Increase Caption Size+ or =
Seek %0-9
12.01.2016 - 20:45
Rúni Nielsen, sum hevur verið við til at framleiða grindafilmin, ið verður sýndur í annaðkvøld, vil hava okkum at gevast at eta grind.
Hann vísir á, at grindahvalur er illa dálkaður, og at heilsumyndugleikin mælir frá at eta grind. Hóast nógvir batar eru, er grindadrápið framvegis ikki nóg humant, heldur Rúni Nielsen.
Hann stúrir ikki fyri, at Sea Shepherd fer at nýta grindafilmin í síni herferð móti føroyingum.
- Sea Shepherd dámar ikki meg, tí eg vil hava eitt siðiligt kjak um málið, men teir blaka við runu. Sea Shepherd fer ikki at brúka ein film, sum eg eri partur av, í sínari herferð, sigur hann.
Rúni Nielsen var gestur í Degi og Viku í kvøld.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV