- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lítli skúli byrjar eftir summarfrítíðina
Lítli skúli byrjar eftir summarfrítíðina
Stórur áhugi er fyri nýggja frískúlanum í Havn
26.01.2016 - 20:28
Eftir summarfitíðina kunnu fyrstu næmingarnir byrja í nýggja frískúlanum Lítla skúla í Havn.
Mentamálaráðið hevur góðkent skúlan, og áhugin at skriva børn inn er stórur.
Lítli skúli hevur søkt um loyvi at hava næmingar upp í sætta flokk. 12-16 næmingar vera í hvørjum árgangi.
Í Lítla skúla verður eisini forskúli. Mentamálaráðið hevur góðkent forskúlan, men tað hevur Tórshavnar kommuna ikki gjørt enn.
Mynd: Jenny Winther Poulsen, sum saman við øðrum hevur tikið stig til Lítla skúla
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV