- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grindin
Teir báðir menninir, ið skipa fyri verkætlanini at miðla gransking, eru í studio, og vit síggja brot úr henni.
Hóast ung hevur Silja Strøm longu gjørt vart við seg sum listakvinna. Hon hevur gingið á listaskúla í Glasgow, men býr í løtuni í London, har hon veruliga fær ment seg við listini. Vit hava vitjað ungu listakvinnuna í London.
Vit síggja eisini, hvussu tey á Tjóðpallinum arbeiða við einum forkunnugum leiki í løtuni einum leiki um føroyingar, sum hava verið í kríggi.
Hetta og ymiskt annað er at síggja í Grindini hesa ferð. Lagt til rættis: Rannvá Gaard Foaasberg og Pætur Marjunarson Dahl.
Grindin
Mentanarsendingin Grindin var send í sjónvarpinum 2014 - 2017
Vit fara um grindina og lýsa grundir, gongdir og viðurskiftir annars á mentanarpallinum. Innihaldsliga fevnir sendingin breitt, t.d.innan økini bókmentir, filmar, málningalist, arkitektur, ummæli.