Stríðið um tey 10 prosentini

Stríðið um tey 10 prosentini
14-03-2016
Fyrra sendingin, sum lýsir stríðið um fiskatilfeingið, ið verður savnað á alsamt færri hondum

Uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, um at 10 prosent av ávísum kvotum skulu seljast á uppboðssølu í 2016, liggur framvegis í Vinnunevndini.

Í sendingini lýsa vit, hvussu fiskatilfeingið verður savnað á færri og færri hondum, og spurnartekin verður sett við, hvørt valdið at skipa fiskivinnuna liggur hjá politikarunum ella hjá vinnuni.

Presisering: Í sendingini verður sagt, at reiðaríið Palli hjá Mariannu eigur Norðhavnina. Sp/f 27. juni 2007, sum Palli hjá Mariannu eigur, eigur ein part av Norðhavnini, meðan Klaksvíkar kommuna eigur størsta partin av havnini. Rættari hevði tí verið at sagt, at Palli hjá Mariannu eigur ein part av Norðhavnini.

Stríðið um tey 10 prosentini

Sending, sum lýsir stríðið um fiskatilfeingið, ið verður savnað á alsamt færri hondum

Annar partur um royndina hjá samgonguni at gera broytingar innan fiskivinnuna
26-04-2016
Fyrra sendingin, sum lýsir stríðið um fiskatilfeingið, ið verður savnað á alsamt færri hondum
14-03-2016