O, móðurmál

- Um nú nýggjar øldir líða
07-04-2016
Stóra avbjóðingin hjá føroyskum er alheimsgeringin og fremmandamálini, sum gera innrás. Fara komandi ættarlið at varðveita sín upprunamálsliga samleika í hesum meldri?

Tó at stríðið at vinna føroyskum heiðurssess í kirkju og skúla varð vunnið, skuldu stóru tøkini at menna føroyskt sum alment mál í Føroyum takast árini eftir Seinna Heimsbardaga. Hugsjónarmenn ganga undan í hesum strevi. Í Keypmannahavn ganga í 40-árunum útisetar við føgrum dreymum um at skapa eitt føroyskt vísindamál á hægri lærdómsstovni í Føroyum.

Framskygdir lærarar ásanna stóra tørvin á undirvísingartilfari á føroyskum og fara sjálvir at skriva bøkur til skúlabrúks. Málsliga væl skøddir rithøvundar styrkja føroyskt sum bókmentamál við dygdarskaldskapi í bundnum og óbundnum máli. Nýggjur loftmiðil fær brátt støðu sum málsligur mentanarberi. Søgur og sangir á føroyskum gerast alt vanligari. Í 1974 kyknar upp nýtt málstríð í Føroyum. Næmingar á studentaskúlanum í Hoydølum seta prógvið í veð, tá teir krevja at tosa føroyskt í munnligari próvtøku. Trætan elvir til politiskt rumbul í Føroyum og Danmark. Um aldamótið fara føroyskar orðabøkur at koma út í stórum tali. Forlagið Sprotin setur nýggja dagskrá á hesum øki. Men føroyingar eru framvegis ósamdir um móðurmálið. Málfelagið er í andstøðu til almenna Málráðið og hevur at Setursføroysku málkósini, tey rópa, og ávarar um málsliga fremmandagering.

Stóra avbjóðingin hjá føroyskum nú á døgum er alheimsgeringin og fremmandamálini, sum gera innrás á øllum mótum. Fara komandi ættarlið at varðveita sín upprunamálsliga samleika í hesum meldri?

 

O, móðurmál

Føroysk sendirøð í trimum pørtum, ið lýsir søguna um føroyska skriftmálið frá upphavi til dagin í dag.

Málfrøðingar, søgumenn, rithøvundar og onnur greiða frá. Lagt til rættis: Suni Merkistein og Hans Petur Hansen.

Stóra avbjóðingin hjá føroyskum er alheimsgeringin og fremmandamálini, sum gera innrás. Fara komandi ættarlið at varðveita sín upprunamálsliga samleika í hesum meldri?
07-04-2016
Stóra stríðsmálið í nýggju øldini er, um føroyskt skal loysa danskt av sum kirkju- og undirvísingarmál. Smátt gongur at fáa politiska undirtøku í Føroyum fyri hesum setningi.
31-03-2016
Í hesum fyrsta partinum taka vit okkum fram til 1905.
27-03-2016