Úr savninum: Frá deknalestri til tungutalu 4:5

Úr savninum: Frá deknalestri til tungutalu 4:5
- føroysk røð frá 1999
13.04.2016 - 16:40

Hesa ferð fara vit fyrst at vitja ta kirkuna, sum alheimsliga sæð er tann størsta í heiminum, men sum í Føroyum er ógvuliga lítil, nevniliga Katolikkakirkjuna. Vit spyrja m.a., hvussu tað ber til, at katolikkar kunnu biðja til Jomfrú Mariu. Síðani fer tað at snúgva seg um ta karismatisku rørsluna, sum spratt burtur úr teimum sonevndu "Kristus er svarið"-møtunum á Gøtueiði í sjeytiárunum. Næst á skránni er Jehova Vitni, sum mong ikki rokna sum kristin. Vit tosa við tey um, hvat tað er, sum skilir tey frá hinum samkomunum. At enda vitja vit ta samkomuna, sum helst er best kend fyri síni útimøti og sín horn- og streingjatónleik, nevniliga Frelsunarherin. Lagt til rættis: Sjúrður Skaale.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444