- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grindin
Í sendingini vitja vit millum annað Lenu Anderssen og Niclas Johannesen, sum nú eru farin undir at løða battaríini aftur, eftir at fløgan "Eagle in the Sky" kom á marknaðin herfyri.
Eisini verður tosað við tey, sum hava valt verk út til Várframsýningina. Úrvalsnevndin hevur lagt seg eftir ikki at taka ov nógvar myndir við, tí tann vitjandi skal fáa stundir til veruliga at uppliva myndirnar.
Harafturat hitta vit fotografin Onnu Kathrinu Højgaard, sum hevur eina fotoframsýning í Mentamáránum. Longu sum smágenta fekk hon áhuga fyri tí at taka myndir. Myndirnar skuldu helst ikki vera ov penar, í staðin skuldu tær siga eina søgu.
Tíðarritið Varðin gav enn eitt nummar út í vikuni. Blaðstjórin vitjar í sjónvarpsstovuni.
Grindin
Mentanarsendingin Grindin var send í sjónvarpinum 2014 - 2017
Vit fara um grindina og lýsa grundir, gongdir og viðurskiftir annars á mentanarpallinum. Innihaldsliga fevnir sendingin breitt, t.d.innan økini bókmentir, filmar, málningalist, arkitektur, ummæli.