- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mykinesfólk rópa longu varskó
Mykinesfólk rópa longu varskó
Tann økti ferðafólkastreymurin út í Mykines skal skipast og tálmast. Um ikki, verður ein av heimsins vakrastu náttúruperlum oyðiløgd
04.05.2017 - 19:38
Tað sigur bóndin, Esbern í Eyðansstovu, nú Mykines verður skipað sum gjaldsøki fyri ferðandi. Summarið er ikki byrjað, men mykinesfólk rópa longu varskó.
Tað fer eftir ætlan at kosta 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn at ganga uttan fyri bøgarðarnar í Mykinesi.
Sambært nýggjastu tølunum, vitjaðu 16.000 ferðafólk í Mykinesi í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV