Mistak: Bankin strikaði húsakeypið

Mistak: Bankin strikaði húsakeypið
Sigtórur Andreasen kennir seg snýttan av Betri Banka, sum keypti honum eini hús, sum bankin síðani tók aftur, tí ein triði partur hevði forkeypsrætt
24.10.2017 - 15:42

Ein handil er ikki altíð ein handil.

Tað má Sigtórur Andreasen sanna.

Hann helt seg hava keypt eini hús í Hósvík, og fór við góðari samvitsku undir at høvuðsumvæla tey.

Men nakrar mánaðir seinni misti hann tey aftur - bankin hevði gjørt eitt mistak. 

Bankin mátti sanna, at familjan hjá tí, sum átti húsini, áðrenn tey fóru á tvingsilssølu, høvdu ein forkeypsrætt.

Nú er málið endað í rættinum, tí partarnir eru ikki samdir um endurgjaldið.

Bankin harmast

Betri Banki vil ikki gera samrøðu um húsini í Hósvík.

Men í skrivi harmast bankin um mistakið.

 - Vit vóru greið yvir forkeypsrættin, men vóru av tí fatan, at hann var fráfallin. Hetta áttu vit at havt tryggjað okkum betur, sigur Olav Guttesen, varastjóri og vinnukundastjóri í Betri Banka.

Bankin leggur afturat, at tað er harmiligt, at málið hevur tikið so langa tíð, men hann væntar, at rætturin fer at koma fram til eina rímiliga loysn fyri allar partar.

 

(Myndir og klipp: Benjamin Hansen)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860