Ikki øll eru ónøgd

Ikki øll eru ónøgd
Um 2000 limir eru í Pedagogfelagnum, og sambært felagnum er helvtin av teimum hjálparfólk. Ikki øll hjálparfólkini ætla sær úr felagnum
12.03.2018 - 19:35

Hjálparfólkini eru serliga ónøgd um, at grein 11 í lógini hjá Pedagogfelagnum varð broytt á aðalfundinum hjá felagnum, soleidis at hjálparfólk ikki kunnu hava meiriluta í nevndini.

Áðrenn broytingina stóð at: Formaðurin og fýra nevndarlimir sita í nevndini, og at minnst ein nevndarlimur skuldi vera pedagogur og minst ein nevndarlimur verda hjálparfólk.

Onki stóð um, hvørt formaðurin skuldi verða pedagogur. 

Men nú eru orðingarnar broyttar so tad stendur, at:  Formaðurin skal vera útbúgvin pedagog, og at av fýra nevndarlimum skulu minnst tveir vera pedagogar og ein hjálparfólk.

Broytingin hevur sostatt vid sær, at pedagogarnir nú ALTÍÐ hava meiriluta í nevndini í Pedagogfelagnum. Og tað eru fleiri hjálparfólk ónøgd við. 

Lønardeildin vil ikki taka støðu til, um nýggja felagið skal hava samráðingarrætt, fyrr enn samráðingar verða aftur um trý ár.

Nøkur hjálparfólk hava tikið seg úr Pedagogfelagnum, og fara í kvøld at seta á stovn eitt nýtt felag fyri hjálparfólk.

FOTO: Jógvan Olsen

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595