Tað kann verða torført at fáa starv

Tað kann verða torført at fáa starv
2500 føroyingar eru undir framhaldslestri, men nógv fáa helst trupult at fáa arbeiði í Føroyum innan sítt útbúgvingarøki.
17.08.2018 - 20:06

Stjórin á ALS og fakfelagsformenn mæla til størri samsvar millum útbúgvingar og arbeiðsmarknað.

Størvini vanta

Stjórin í ALS leggur dent á, at fólk skulu hava møguleika at útbúgva seg til tað, sum tey hava hug til.

Men tá omanfyri helmingurin av teimum lesandi lesa uttanlands, so kann tað vera ein avbjóðing at fáa tey heim aftur, um ikki boð eru eftir teimum á arbeiðsmarknaðinum.

Í Føroyum kundi man bøtt um trupulleikan við at laga útbúgvingartilboðini her heima til tørvin, heldur Magni á Deild Olsen.

LES EISINI: Vinnuhúsið: Kunnið um arbeiðsmøguleikarnar

Fakfelagsformenn: Raðfesti øðrvísi

Formaðurin í Lærarafelagnum vísir eisini á vantandi samsvarið millum útbúgvingar og eftirspurning.

Herálvur Jacobsen førir fram. at í staðin fyri at útbúgva lærarar til arbeiðsloysið, eiga pengarnir heldur at nýtast til at endurútbúgva og førleikamenna verandi lærarar. 

Sambært formanninum í Pedagogfelagnum er tørvur á 500 fleiri námsfrøðingum innan eitt nú dagstovnaøkið og almannaverkið.

Jógvan Philbrow er tí eisini av teirri sannføring, at størri samsvar má vera millum útbúgvingarmøguleikar og eftirspurningin eftir arbeiðsmegi.

LES EISINI: Vit vita ikki, hvør tørvurin er um 10 ár

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297