Rudda alt landið í morgin

Rudda alt landið í morgin
Higartil hava umleið 1400 fólk boðað frá, at tey vera við í tiltakinum Rudda Føroyar
14.09.2018 - 20:43

Tiltakið Rudda Føroyar verður kring landið í morgin, og higartil hava eini 1400 fólk boðað frá, at tey vera við í tiltakinum.

Men longu í dag vóru næmingar á Tekniska skúla í Klaksvík og ruddaðu við byrgingina í Haraldssundi.

Rudda Føroyar er eitt samstarv millum umhvørvisverndarfeløg og fólk her á landi.

Tiltakið er partur av einum altjóða ruddingardegi, sum verður í nógvum av heimsins londum í morgin.

Sí eisini samrøðu við Ingmar Valdemarson á Løgmansbø, sum samskipar Rudda Føroyar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444