Biogassverkið tvær ferðir størri enn ætlað

Biogassverkið tvær ferðir størri enn ætlað
Sáttmáli er nú gjørdur um verkið, sum eitt dótturfelag hjá Bakkafrosti skal byggja
27.09.2018 - 20:29

Biogassverkið, sum Bakkafrost fer at byggja, verður nærum tvífalt so stórt, sum upprunaliga ætlað.

Skrivað varð undir sáttmálan um verkið um dagarnar, og tað skal verða liðugt 1. desember næsta ár.

Biogassverkið skal veita fjarhita til 800 húsarhald og streym til umleið 4.000 húsarhald.

Kostnaðurin er umleið 100 milliónir kr., og dótturfelagið hjá Bakkafrosti, Føroysk Náttúruorka, eigur verkið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541