Eigur at bera til at finna fýra milliónir

Eigur at bera til at finna fýra milliónir
Sparingarnar, sum Strandferðslan ætlar at fremja, skulu gerast saman við Samferðslumálaráðnum, sigur landsstýrismaðurin
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
17.06.2019 - 20:25

Tað kemur ikki upp á tal at skarva túrar av ferðaætlanini, ella at siga starvsfólk upp.

Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú Strandferðslan hevur boðað frá, at neyðugt verður at seta sparitiltøk í verk, tí fýra milliónir kr. vanta í.

Landsstýrismaðurin var gestur í Degi og Viku í kvøld.

Hann sigur, at fíggjarætlanin hjá Strandferðsluni er 165 milliónir kr.  um árið, og tað má bera til at spara fýra milliónir í fíggjarætlanini, um tað ikki eydnast at fáa eina eykajáttan gjøgnum politisku skipanina.

Skal sparast, skulu sparingarnar fremjast saman við Samferðslumálaráðnum, sigur Heðin Mortensen.

Hann vísir aftur, at hann hevur tikið leiðsluna á Strandferðsluni av ræði. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
3-2
194624
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550