Ternar sigldi á stuttleikabát

Ternar sigldi á stuttleikabát
Sunnukvøldið rendi Ternan á ein stuttleikabát í Nólsoy.
27.06.2019 - 19:32

Eitt ungt par fekk stóran skelk, tá ferðafólkaskipið Ternan sigldi á bátin, sum tey vóru umborð á, við bryggjuna í Nólsoy sunnukvøldið. 
Manningin á Ternuni lat ikki við seg koma og sigldi aftur til Havnar uttan at vita, hvussu stóð til hjá unga parinum. 

 

Hendingin varð melda til løgregluna, sum tók ímóti Ternuni, tá hon kom aftur til Havnar sunnukvøldið. Skiparin varð biðin um at blása í eitt alkometur, men royndin var negativ, og løgreglan ger ikki meir við málið.
Sjóvinnustýrið hevur biðið um eina frágreiðing frá Ternuni. Stjórin á Strandfaraskipum Landsins, Hilmar Eliasen, vil ikki gera viðmerkingar til hendingina, fyrr enn frágreiðingin er klár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025