Sníktu seg út gjøgnum bakdyrnar

bannari
Sníktu seg út gjøgnum bakdyrnar
Floksformenninir komu inn gjøgnum høvuðsdyrnar, men sníktu seg út gjøgnum bakdyrnar góðar fýra tímar seinni
13.09.2019 - 03:06

Hóast samráðingarnar vardu í fýra tímar, so eydnaðist tað ikki Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum at koma til sættis um at skipa samgongu í nátt.

Formenninir í flokkunum vóru sera fámæltir. Tað eydnaðist útvarpinum at fáa heilt stutt orð á Bárð á Steig Nielsen, áðrenn hann fór heim, meðan Jørgen Niclasen og Jenis av Rana ongantíð komu út aftur.

Sambært fleiri øðrum tinglimum, so fóru teir tríggir formenninir út gjøgnum bakdyrnar í løgtinginum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652