Duldar upptøkur avdúka útblaking

Duldar upptøkur avdúka útblaking
Næraberg tveitir veiðu fyri borð. Tað vísa duldar upptøkur hjá Kringvarpinum. Tað er ikki loyvt, sambært lógini um sjófeingi.
11.11.2019 - 19:19

Upptøkur frá varskógvara umborð á Nærabergi vísa, at Næraberg tveitir fisk fyri borð. Upptøkurnar eru tiknar fyri góðari viku síðani.

 

Jóhan Simonsen, deildarleiðari á Vørn, Elias Zachariassen, skipari á Tjaldrinum og Jan Klein Olsen, løgfrøðingur hjá Vørn hugdu eftir upptøkunum fyrr í dag. Teir vísa á, at slík útblaking er ikki loyvd. 

 

Í fjør summar hevði Vørn eftirlitsfólk við Nærabergi og tað leiddi til, at 14. juli stóð løgreglan og Vørn fyri Nærabergi og skipið varð lagt, til reiðaríið kundi stilla kautión fyri upphæddini, sum Vørn setti í bót. Málið skal í rættin í næstum. 

 

Vørn sigur í dag, at upptøkurnar reisa spurningar, sum tey fara at viðgera innanhýsis í næstum. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162