Thor royndi at keypa kvotur í Namibia

01.12.2019 - 15:36
AktueltVinna
Thor royndi at keypa kvotur í Namibia
Føroyska reiðaríið, Thor, hevur roynt at fáa avtalu í lag um 30.000 tons av rossamakreli í Namibia, vísir eitt skjal hjá WikiLeaks

Tak niður

Eitt útkast til eina avtalu við tveir namibiskar menn øðrumegin, og Thor og eitt peruvianskt reiðaríð hinumegin, snýr seg um 30.000 tons av rossamakreli. Avtalan er fyri 2012.

Ein av namibisku monnunum, sum eru nevndir í hesari avtaluni, er sambært Namib Times skuldsettur fyri 76 mál um falsan, í sambandi við húsasølu í Namibia.

Thor bjóðaði uppá kvotur í 2012

Skjalið vísir so eisini, hvussu stórar upphæddir eru í keyp og sølu av tilfeingi. Góðar 36 milliónir hevur Thor bjóðað namibiska reiðaríðnum fyri 30.000 tons av rossamakreli, við 330.000 krónum í byrjunargjaldi fyri kvoturnar.

Hans Andrias Kelduberg, reiðari á Thor, sigur í stuttari viðmerking, at reiðaríið bjóðaði upp á kvotur í Namibia í 2012, men avtalan fór ikki í gjøgnum. Ein av orsøkunum til tað var, at tað ikki vóru reiðilig fólk, sum áttu kvoturnar í Namibia.

 >> SÍ EISINI Reisir spurningar um valdsbýtið í Framherja

Hetta er seinna skjalið í WikiLeaks-skjølunum, sum reisa nakrar spurningar í Føroyum. Tað fyrra snúði seg um føroyska Framherja, og valdsbýtið í tí reiðarínum.

Tí eitt útkast til eitt skjal frá Samherja til feløg hjá reiðarínum - har Framherji eisini er nevnt - reisir, sambært løgfrøðinginum Brandi Ellingsgaard, nakrar spurningar um íslendska felagið hevur vetorætt í føroyska felagnum.

Tað er ikki loyvt, tí í lógini um sjófeingi stendur, at útlendski ognarskapurin í føroyskum reiðaríi kann vera í mesta lagi ein triðingur av felagnum, og skal útlendski minnilutaeigarin hava tilsvarandi vald í felagnum.

Myndugleikarnir seta kanningar í verk

Eftir mutusgøluna um íslendska Samherja hava myndugleikar í Grønlandi, Íslandi, Norra og Namibia tosað um at seta kanningar í verk av, hvussu fiskivinnan verður skipað í hesum londunum.

Men í Føroyum er eingin áhugi í at kanna viðurskiftini. Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, segði í Degi og viku herfyri, at eingin kanning er á veg.

Men spyrt tú tey, sum dagliga sita við hesum eftirlitinum av fiskivinnuni - millum annað løgfrøðingin Jan Klein Olsen á Vørn -, so er eftirlitið ikki nóg gott í dag.

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558