- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ágangur á sosialum miðlum hendir ofta
Í hesum døgum er eitt rættarmál í Føroya rætti. Tey trý fólkini í tjúgunum nokta seg sek í at hava neyðtikið eina 17 ára gamla gamla gentu. Málið kom fyri í Føroya rætti fyrrapartin. Sambært ákæruritinum skal neyðtøkan vera farin fram í Havn í 2016.
Talan er um samanlagt 33 ákærur, sum Føroya rættur skal taka støðu til.
Kvinnan og ein av ákærdu monnunum eru ákærd í tveimum tilburðum, meðan ein 28 ára gamal maður er ákærdur í 32 av tilburðunum.
28 ára gamli maðurin játtaði seg sekan í at hava ólóglig vápn umframt eina hashpípu við loyvdum av hashi í varðveitslu. Maðurin er millum annað eisini ákærdur fyri, umvegis Snapchat, at hava framt blygdanarskemd móti 17 gentum heilt niður í 13 ára aldur við at senda teimum ónærisligar myndir og sjónbond av sær sjálvum.
Og ágangur á sosialum miðlum kemur ofta fyri, sigur leiðarin á kriminaldeildini hjá politinum.