Vónandi fáa øll starvið aftur

bannari
Vónandi fáa øll starvið aftur
Jóhanna á Bergi hevur í dag sent 180 starvsfólk til hús. Krepputiltøkini hjá Atlantsflog leggja at kalla alt virksemið í felagnum stilt
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog
20.03.2020 - 19:16

Atlantsflog steðgar nú við at kalla øllum sínum virksemi fyribils. Flogið verður bara tríggjar ferðir um vikuna millum Vágar og Keypmannahavn. 

Flúgvingin er fyrst og fremst ætlað til sjúkraflutning og at flúgva føroyingar, sum arbeiða uttanlands. Vanlig ferðafólkaflúgving heldur tí uppat.

Avleiðingin av tí er, at umleið 180 starvsfólk hjá Atlantic Airways fyribils ikki sleppa til arbeiðis - men verða flutt í serskipanina hjá ALS, sum er partur av hjálparpakkanum hjá landsstýrinum.
Krepputiltøkini hjá Atlantsflog eru fyribils galdandi til 30. apríl, upplýsir felagið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688